Um okkum

Delta Seafood

Delta Seafood er stovnað í 1995, av 5 lokalum privatpersónum. Allir við royndum innan fiskivinnuna.

Delta Seafood byrjaði í leigaðum hølum, sum “kjallara” virkið.

Byrja varð við traditionellari saltfiska-framleiðslu og við at skera fesk fløk, serliga úr kongafiski. Hondskorið.
Hølini byrjað varð í , vóru uml. 800 fermetrar. Tað vóru uml. 15-20 fólk til arbeiðis, at starta við.

Í 2000 bleiv flutt inn í ein nýggjan virkisbygning, og í 2015 bleiv bygningurin víðkaður, til 4200 fermetrar.

Nevnast kann, at í dag arbeiða ca. 45 fólk á Delta Seafood.

Framleiðslan ídag er wetsalted og lættsaltað. Wetsalted: Flakt og flak. Lættsaltað: flak.Framleiddar verða vørur úr Toski, Longu, Brosmu og Upsa.

TG Seafood

Her slógu lokalar kreftir í Hvalba, seg saman við Delta Seafood, á Tvøroyri og stovnaðu TG Seafood. Hetta var í 2005.

Byrjað bleiv við feskari framleiðslu. Framleiðslu av upsa-fløkum, ísað og sent til Týsklands og Fraklands.

Nakað bleiv eisini fryst til upsa-flak interleaved, upsa-fars og upsa-bitablokkur.

TG Seafood, er uml 2500 fermetrar til søddar, og arbeiða 60-65 fólk dagliga á virkinum.

Framleiðslan í dag er serliga upsa-vørur og svartkalvi. Nakað av hýsu, hvítingi og blálongu verður eisini framleitt.

Møguleiki er at framleiða Makrel og sild, IQF.

Upsavørurnar eru: Upsi interleaved, Upsa-portiónir og-loins, upsa-fars og upsa-bitablokkur.

Svartkalvi: HGT, J-Cut og HOG., IQF fryst.  Heads and tails, blockfrozen.

Hýsa, hvítingur og blálongu: interleaved, flak.

Rávøran til bæði virkini, verður keypt úr Føroyum, Noregi, Grønlandi, Danmark og Íslandi.